Tiltøk

Junior: Marin G. Petersen

Hvørt hóskvøld er juniormøti, sum er fyri tannáringar frá 5. til 9. flokk. Vanliga samlast uml. 30-40 juniorar. Á junior hoyra vit Guðs orð, syngja saman, spæla ymisk spøl og fáa altíð okkurt leskiligt. Javnan skipa vit eisini fyri øðrvísi juniormøtum, har vit hava ymiskt serstakt á skránni, bæði viðvíkjandi tí andaliga og tímiliga.

 

Sunnukvøldsmøti: Bartal Danielsen

Sunnukvøldsmøti er kl 18. Familjumøti er einaferð um mánaðin. Tá ið familjumøti er, eru sunnudagsskúlin og møtið lagt saman til eitt tiltak, sum er kl 18. Tá er ein góður møguleiki hjá øllum at koma saman til eitt felags møti.

Á møtinum er ein tala og viðhvørt verður farið enn djúpri inn í eitthvørt evni. Sjálvandi er sangur eisini ein stórur partur av okkara møtum, bæði sum framførslur og sum felagssangur. Hví skal eg koma á sunnukvøldsmøti? Tað er altíð gott at hoyra Guds orð, sum kann ugga, upplyfta og áminna okkum í tí lívi, vit liva sum menniskju. Eisini er gott at koma saman við øðrum menniskjum í ymiskum aldrum, tí sjálvandi er tað eisini sosialt at koma á møti. Fyrst sita og hoyra orðið, men eftir møtið er góður møguleiki at práta við nógv ymisk fólk.

Sunnukvøldsmøtið er fyri øll og eitt hava vit til felags, Gud vil hava við okkum at gera. Gud elskar teg!

 

Barnakór: Fríhild Jensen

Barnakórið venur einaferð um vikuna - frá sept.- apr. Vit framføra til guðstænastur, familjumøtir o.a. Vit syngja mest sangir, sum eru nýumsettir til okkum úr norskum og donskum. Viðhvørt taka vit eisini onkrar gamlar sangir fram aftur, sum vit ikki hava sungið í fleiri ár. Eisini hava vit framført sangleikir. Endamálið við barnakórinum er at varðveita sanggleðina hjá børnunum og at læra tey kristnar barnasangir, so at tað fellir teimum natúrligt at syngja teir. At fortelja teimum um Jesus, síggja vit sum okkara fremstu uppgávu. Til hvørja venjing og framførslu lesa vit eitt andaktstykki og biðja.

 

Ungdómsarbeiði: Svein Thomsen

Kl. 21.00 hvørt leygarkvøld er ungdómsmøti, har milllum 35 og 55 ung samlast um Guds orð, sang, bøn, samtalu og annars bara at hugna sær saman. Í ungdómsarbeiðinum leggja vit serliga dent á góða og breiða bíbilska undirvísing, góðan felagsskap og bøn. Endamálið við ungdómsarbeiðinum er, at tey ungu skulu koma at kenna Jesus, og at tey skulu trívast, so at tey kunnu mennast og vaksa í trúnni á Hann. Á ungdómsmøti á Strondum eru øll ung vælkomin. Vit ynskja at møta teimum ungu, har tey eru.